Allir limir fáa persónligan lykil at lata hurðina upp við, tá venjast skal.
Lesarin er í høgru síðu á hurðini, og lykilin (chippið) skal leggjast móti lesaranum, inntil tað lýsir grønt og tóni ljóðar.
Hurðalásið gerst virkið innan 5 sekund, og hurðin letur upp.
Um lásið ikki er virkið beinanvegin, ræður um at hava tol og spakuliga trýsta lásið upp og niður, inntil tað tekur við.
Lásið er virkið í 2 sekund.
Tað er ikki loyvt at lata onnur sleppa inn, ið ikki sleppa inn sjálvið, heldur ikki um bankað verður uppá uttanfyri.
Loyvir limur øðrum inn við sínum lykli, verður hetta sektað við kr 800,- í bót.
Endurtekur brotið seg, kann limur verða burturvísur.
Eru trupulleikar at sleppa inn kann ringjast á tlf. 561007 at fáa hjálp til hetta.
Copyright @ All Rights Reserved